Fastogn

Grundøki
á Hjalla 17, 188 Hoyvík
Prísuppskot: 4.500.000 kr

Grundøki við møguleikum

Talan er um eitt planerað grundøki á 1.500 fermetrar. Gundøkið liggur væl fyri á Hjalla 17 í Hoyvík. Matr. nr. er 1 æo, Hoyvík.

Stuðlamúrur og fundament eru gjørd til ein bygning á 625 fermetrar. Vatn, el og kloakk er lagt inn um fundamentið.

Við í søluni eru eisini stálsperrur til takkonstruktiónina, bjálving undir betonggólvinum, hitarør til betonggólvið og ristir til frárenning av vatni.

Harafturat eru fýra bingjur við í søluni. Tvær eru 40 fót, og tvær eru 20 fót. Onnur bingjan á 20 fót er ein arbeiðsskúrur.

Prísuppskotið fyri grundøkið við tí, sum er nevnt í lýsingini, er 4,5 mió. kr.

Áhugaði eru vælkomin at síggja tekningar og byggiloyvi til prosjektið og fáa neyvari lýsing av takbjálkunum.

 

Áhugað kunnu venda sær til Djóna Thomassen, advokat, á tlf. 788400 ella teldupost: djoni@adv.fo

Adressa:
á Hjalla 17, 188 Hoyvík
Um ognina:
Slag
:   Grundøki
Grundøki
:   1500 m²

Send fyrispurning

Seljari

35 17 10
Bøgøta 16, Postboks 164, 110 Tórshavn
www.adv.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.

Aðrar ognir í sama øki

Attraktivt grundstykki mitt í Tórshavn til sølu
Varðagøta 47, 100 Tórshavn
-
-
-
521
-
Prísuppskot: 2.545.000 kr