Fastogn

Annað
Vágsbotnur 4, Tórshavn
Prísuppskot: 7.000.000 kr

Vinnu-/handilsbygningur í Vágsbotni

Talan er um sermerkta og søguliga bygningin á adressuni Vágsbotnur 4, har virksemi hjá P/f Andrias í Vágsbotni hevur verið rikin frá í eitt mannaminni.

Bygningurin er tvær lonir, har tann eystara lonin er umleið 118 fermetrar í trimum hæddum, har tann ovasta hæddin er loft við skráveggum. Niðasta og miðhædd hava verið nýttar til handilsvirksemi, og loftshædd er helst nýtt til umsiting/uppihald. Tann vestara lonin er umleið 115 fermetrar í tveimum hæddum. Báðar hæddir hava helst verið nýttar sum goymsla. Í tí vestaru lonini er eingin hitaskipan. Innbúgv er ikki við í søluni.

Húsini eru upprunaliga bygd í ár 1856. Nýggj tekja er løgd á í 1992, og útveggur suðureftir hevur fingið nýggjan timburklædning í 1989. Tey eru bygd eftir tátíðar byggisiði, og bera eisini brá av hesum. Nógvir bygningslutir treingja til ábøtur, gólvið má møguliga piloterast av nýggjum og allar tekniskar innstallatiónir mugu helst gerast av nýggjum.

Á grundstykkinum stendur eisini eitt úthús, sum er umleið 17 fermetrar.

Avtalur um avmarkaði brúksrættindi o.a. eru gjørdar við eigararnar av tveimum av grannaognunum, sum eru farnar úr gildi, men har støða ikki er tikin til møgulig framhaldandi rættindi. Nærri kunning fæst við at venda sær til umboð seljarans.

Húsaskoðan er gjørd og alt eftir, hvat bygningurin skal nýtast til í framtíðini, má ein komandi eigari seta seg væl inn í verandi viðurskifti.

Seljararnir fráskriva sær ábyrgd fyri møguligar fjaldar manglar, sum tey ikki hava kunnleika til.

Sambært tingbókini er grundøkið 573 fermetrar til støddar.

Bygningurin verður seldur, um hóskandi boð fæst.

Tú kanst fáa fleiri upplýsingar um ognina, herundir húsaskoðan, við at trýsta á fylgjandi leinkju: Sølutilfar

Um bjóðast skal, verður hetta boðskjal at fylla út, og senda okkum aftur við einari váttan um fígging: Boðskjal

Áhugað kunnu venda sær til annaðhvørt:

  • Kristinu Samuelsen, adv., tlf. 511883 ella ks@advokatur.fo, ella til
  • Jónfinn Thomsen, adv. tlf. 511578 ella thomsen@adv.fo
Adressa:
Vágsbotnur 4, Tórshavn
Um ognina:
Slag
:   Annað
Grundøki
:   573 m²
Hæddir
:   3
Byggiár
:   1856

Send fyrispurning

Seljari

51 18 83
Dr. Jakobsensgøta 3, 100 Tórshavn
www.advokatur.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.