Fastogn

Sethús
í Homrum 27, 410 Kollafjørður
Prísuppskot: 1.500.000 kr
Seinasta boð: 1.800.000 kr

Sethús, í Homrum 27 – 410 Kollafjørður

 

Boð komið á kr. 1.800.000,-.

 

”Gevið gætur:

Boðið er galdandi í tveir dagar eftir, at seljandi búgvið hevur havt høvi til at taka støðu til boðið, tó ikki longri enn fýra vikur frá hinum 10.11.2021. Hetta merkir, at hóast fýra vikur ikki eru gingnar, so kann boðið verða góðtikið ella vrakað í tíðarbilinum á fýra vikur og tískil kann tað vera ov seint at bjóða, um ein ætlar at bjóða beint áðrenn fýra vikur eru farnar.”

 

Við hesum verður ognin matr.nr. 95, Kollafjørður – í Homrum 27 – 410 Kollafjørður, lýst til sølu, um hóskandi boð fæst.

Talan er um sethús frá 1910’unum við bilhúsi og hjalli, ið eru bygd í 1990’unum. Bygt er upp ímóti grannahúsinum uml. 1980-90’unum, sum liggja væl fyri í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi, tætt við vøggustovu/barnagarð, skúla (1.- 9.flokk) við svimjihøll, handil v.m.

Húsini hava frítt útsýni útyvir fjørðin.
Tveir græsvallir við laðaum gróti framvið, runnar og smá trø eru bæði omanfyri og niðanfyri húsini, eisini er ein lítil áarløkur
Millum tey trý húsini á ognini er góður sólargangur, og eitt klárgjørt pláss til at gera terassu/grillpláss um ein vil,
Pláss er fyri tveimum bilum á asfalterað plássinum frammanfyri húsini.

Grundøkið er 479 m2 og húsini eru uml. 187 m2 í trimum hæddum – loft, miðhædd og kjallari, ið ikki er innrættaður. Til húsini hoyrir eisini eitt bilhús á uml. 24 m2 og hjallur.

Húsini eru innrættað soleiðis:

Loftshædd:

Gongd og 3 kømur.

Miðhædd:

Gongd við trappu uppá loft, toilet, kamar, køkur og stova.

Kjallarahædd:

Óinnrættaður betongkjallari.

Húsini liggja sera sentralt fyri í Føroyum,
Einans umleið ein hálvan tíma við bili til Havnar, Eysturoy ella Vágarnar, og t.d. bert 10 minuttir til Leynasand ella Leynavatn.

Kollafjørður er partur av Tórshavnar kommunu. Ókeypis bussar koyra til restina av kommununi sum hevur nógv og fjølbroytt tilboð til borgararnar.
Bussar hjá  "Bygdaleiðir" steðga somuleiðis nærhendis so komast kann lætt til tað mesta av Føroyum. 

Húsini verða seld vegna deyðsbúgv og fyriliggur húsaskoðan í sambandi við søluna.

Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.

Vegleiðandi mettur kontantprísur: kr. 1.500.000,00.

Minsta yvirboð kr. 50.000,-.

Um bjóðast skal, verður hetta boðskjal at fylla út og senda okkum aftur saman við váttan um fígging - Boðskjal.pdf

 

Áhugað kunnu venda sær til:

Eyðin Djurhuus, adv.ft. á tlf.nr. 257429 ella á teldupost eyd@lawfirm.fo ella

Sigrid Midjord, skrivara á tlf.nr. 203040 ella á teldupost sm@lawfirm.fo

 

Tak niður støðulýsing
Adressa:
í Homrum 27, 410 Kollafjørður
Um ognina:
Slag
:   Sethús
Grundøki
:   479 m²
Hæddir
:   3
Búvídd
:   126,2 m²
Byggiár
:   1910'unum
Støðulýsing:
Støðulýsing fyriliggur

Send fyrispurning

Seljari

20 30 40
Lucas Debesar gøta 8, Postbox 359, 110 Tórshavn
www.lawfirm.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.

Aðrar ognir í sama øki

Nýtt boð
Grundøki í Tórshavn til sølu
-
-
-
662
-
Prísuppskot: 500.000 kr
Nýtt boð
Sethúsaogn til sølu
Hoyvíksvegur 43, 100 Tórshavn
-
-
3
650
1960
Prísuppskot: 2.800.000 kr
Sethús, Gripsvegur 2 – 100 Tórshavn
Gripsvegur 2, 100 Tórshavn
150
-
3
291
1916
Prísuppskot: 3.500.000 kr
Fjalstún 6, Tórshavn
Fjalstún 6, Tórshavn
-
-
2
716
2007
Prísuppskot: 3.950.000 kr