Fastogn

Sethús
Tjaldursvegur 13, 800 Tvøroyri

Tvingsilssøla - Tjaldursvegur 13, Tvøroyri

TVINGSILSSØLA
Týsdagin 19. oktober 2021, kl. 13:15 verður í Føroya rætti, C. Pløyensgøtu 1, 100 Tórshavn hildin tvingsilssøla yvir ognina matr.nr. 5f, Froðba-Tvøroyri (AS nr. 2-3/2021).

 

Talan er um eini sethús við partvísum krúpikjallara, stovuhædd og lofti.

 

Sambært tingbókini er grundøkið 626 m2 til støddar.

 

Húsini eru í høvuðsheitum innrættaði soleiðis:

 

1. Partvísur krúpikjallari v/moldgólvi;

2. Stovuhædd: Durur/inngongd, gongd við trappu uppá loft, køkur og spísistova, stova, wc v/brúsu,

    kamar, inngongd/durur v/hurð til fýrrúm;

3. Loft: Gongd (v/lemmi uppá ovastaloft),  1 kamar við úthurð út á altan, 3 onnur kømur, wc.

 

Skeytishavari hevur upplýst, at húsini eru í vánaligum standi, tey treingja til nýgerð og viðlíkahald,

eru illa isoleraði og tey eru sjunkað, orsakað av, at styttur eru farnar undan dragarum í krúpikjallaranum.

 

Skeytishavarin veit ikki hvussu stór húsini eru, og ongir álítandi upplýsingar fyriliggja um stødd á húsinum, men sambært upplýsingum hjá P/F Suðuroyar Sparikassa er skrásett, at búvíddin er 240 kvm.

 

Áhugaði mugu sjálvi kanna stødd og viðurskifti annars í sambandi við ognina. Áhugaði mugu við serkønari hjálp kanna ognina nærri.

 

Við einum tvingsilssøluboði uppá kr. 1.000.000,00 skal, sambært pkt. 7 í tvingsilssøluuppstillingini, stillast trygd stór kr. 292.230,75.

 

Skeytishavari sambært tingbók:  Jón Birgir Ejdesgaard Joensen.

 

Tvingsilssølan er umbiðin av P/F Suðuroyar Sparikassa v/Jógvan E. Ellefsen, adv., Advokatfelagið, Lucas Debesar gøta 8, 100 Tórshavn, tlf. 203040 (sak nr. 5871801), sum kann geva nærri upplýsingar um ognina.

 

Tvingsilssøluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum í Føroya rætti.

Adressa:
Tjaldursvegur 13, 800 Tvøroyri
Um ognina:
Slag
:   Sethús
Grundøki
:   626 m²
Hæddir
:   2
Búvídd
:   240 fermetrar m²

Send fyrispurning

Seljari

20 30 40
Lucas Debesar gøta 8, Postbox 359, 110 Tórshavn
www.lawfirm.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.