Fastogn

Sethús
Fjalstún 6, Tórshavn
Prísuppskot: 3.950.000 kr

Fjalstún 6, Tórshavn

Nýmótans og væl innrættað hús í vesturbýnum, beint við náttúruvakurt fríøki og við útsýni niðan móti Hotel Føroyum og yvir Nólsoyarfjørð. Húsini eru innrættað við 2 sjálvstøðugum búeindum, har 3 búeindin er gjørd klár til vatn og kloakk, men ikki innrættað. Einstøk rúm og snøklar mangla eisini at gerast liðug í innrættaðu búeindunum. Dagstovnur er á grannaognini, og staðsetingin er annars beint við Glasir, Skúlan á Fløtum og fleiri handlar, í hugnaligum og barnavinaligum umhvørvi og skjótt at ganga oman í miðbýin. Eisini er stórt uttanumøki við góðum parkeringsmøguleikum umframt møguleika at gera hava og útigólv/uppihaldsøki. Sambært tingbókini er grundøkið 716 fermetrar til støddar.

Í ovari hæddini er inngongd/durður/gongd, stova, køkur, vaskirúm við varmavekslara til hitapumpu og vaskimaskinu, 2 baðirúm, gongd, 4 kømur, klædnarúm og atgongd til ovastaloft. Í niðaru hædd er íbúð við inngongd/durur/gongd, køkur/stova, 3 kømur og klædnarúm. Harumframt er stórt kjallararúm/garaga, við sjálvstøðugari inngongd. Hitaskipanin í húsinum fevnir ikki um oljufýr, einans hitapumpu. Ventilatión manglar.

Húsaskoðan fyriliggur. Sambært húsaskoðanini eru húsini 160 fermetrar í tveimum hæddum. Í húsaskoðanini eru viðmerkt ein røð av viðurskiftum, sum krevja bøði størri og minni ábøtir, og/ella sum mugu kannast nærri. Partur av húsinum er eisini gjørdur sum sjálvbygging. Áhugað mugu sjálvi gera nærri kanningar av nevndu viðurskiftum og av ognini annars. Seljari fráskrivar sær ábyrgd fyri møguligir fjaldir manglar, sum hann ikki hevur kunnleika til. Tryggingarfelagið hevur boða frá, at tey ikki kunnu veita tilboð um ognarskiftistrygging.

Tú kanst fáa fleiri upplýsingar um ognina, herundir húsaskoðan, við at trýsta á leinkjuna her: “Heinta sølutilfar

Um bjóðast skal, verður hetta boðskjal at fylla út og senda okkum aftur við einari váttan um fígging: "Boðskjal.doc"

Áhugað kunnu venda sær til Kristinu Samuelsen, adv., tlf. 511883 ella ks@advokatur.fo

Tak niður støðulýsing
Adressa:
Fjalstún 6, Tórshavn
Um ognina:
Slag
:   Sethús
Grundøki
:   716 m²
Hæddir
:   2
Byggiár
:   2007
Støðulýsing:
Støðulýsing fyriliggur

Send fyrispurning

Seljari

51 18 83
Gr. Kambansgøta 17 kj., 100 Tórshavn
www.advokatur.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.

Aðrar ognir í sama øki

Nýtt boð
Grundøki í Tórshavn til sølu
-
-
-
662
-
Prísuppskot: 500.000 kr
Nýtt boð
Sethúsaogn til sølu
Hoyvíksvegur 43, 100 Tórshavn
-
-
3
650
1960
Prísuppskot: 2.800.000 kr
Sethús, Gripsvegur 2 – 100 Tórshavn
Gripsvegur 2, 100 Tórshavn
150
-
3
291
1916
Prísuppskot: 3.500.000 kr
Sethús, í Homrum 27 – 410 Kollafjørður
í Homrum 27, 410 Kollafjørður
126,2
-
3
479
1910'unum
Prísuppskot: 1.500.000 kr
Seinasta boð: 1.800.000 kr