Fastogn

Annað
Prísuppskot: 200.000 kr

Festibræv til sølu

Festibræv til matr. nr. 13a Gøtugjógv, sum er festi, tvær merkur uttangarðs í Gjáarhaga, verður hervið lýst til sølu.

Samlaða markatalið í Gjáarhaga er seks merkur.

Innangarðsjørðin til matr. nr. 13a Gøtugjógv er sambært Matrikulstovuni 5.463 fermetrar til víddar. Harumframt eigur matr. nr. 13a Gøtugjógv 1/3 av matr. nr. 20a Gøtugjógv, sum er tveir felagslutir, ávikavist 20.287 fermetrar og 3.492 fermetrar til víddar. Eisini eigur matr. nr. 13a Gøtugjógv 1/3 av matr. nr. 17 Gøtugjógv, sum er 9.378 fermetrar til víddar.

Tað er ein treyt fyri at gerast festari, at kravd skeið hjá Búnaðarstovuni eru tikin.

Seljari tilskilar sær rætt til at velja og vraka millum øll innkomin boð.

Meira fæst at vita hjá Jónfinni Thomsen, advokati á tlf. 35 17 10 ella 51 15 78.

Send fyrispurning

Seljari

35 17 10
Bøgøta 16, Postboks 164, 110 Tórshavn
www.adv.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.