Fastogn
Sethús, Mylnuvegur 9 - Ljósá
Talan er um eini sethús í 2 hæddum vid sjálvstøðugari íbúð í niðaru hæddini. Húsini eru bygd í 1985 og eru 300 fermetrar til støddar.
Nakrar dagføringar eru gjørdar. Millum annað er bjálvað millum hæddirnar av nýggjum.
Garður við grasvølli og runnum er runt húsini.
Í ovaru hæddini er inngongd, stór gongd, 4 kømur, baðirúm við brúsu, vesi, køkur við hurð út á stóra terassu og stova. Úr hjúnarúminum er hurð út á altan.
Í niðaru hæddini er íbúð: inngongd, gongd, 3 kømur, baðirúm við brúsu, goymslurúm, køkur og stova. Eisini er felags vaskirúm/fýrrúm og bilhús.
Frálíkt útsýni er um alt Sundalagið.
Prísuppskot: kr. 2.175.000.
Minsta yvirboð kr 25.000.
Um bjóðast skal, verður hetta boðskjal at fylla út, og senda okkum aftur við einari váttan um fígging boðskjal.doc
Áhugað kunnu venda sær til Djóna Thomassen 788400 ella djoni@adv.fo
Aðrar ognir í sama øki
