Fastogn
Sethús, Heiðaskákið 3 – 100 Tórshavn
Við hesum verður ognin matr.nr. 790ad, Tórshavn– Heiðaskákið 3, 100 Tórshavn, lýst til sølu, um hóskandi boð fæst.
Talan er um arkitekta-teknaði sethús frá 1962 við stórum urtagarði, sum liggja væl fyri í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi, tætt við býin, barnagarð, skúla, viðarlundina, spælipláss v.m.
Grundøkið er 600 m2 og húsini eru uml. 200 m2 í tveimum hæddum, umframt ovastaloft. Til húsini hoyrir eisini eitt úthús á uml. 10 m2.
Húsini eru innrættað soleiðis:
Ovarahædd:
Durur/gongd, køkur v/spísirúmi og lítlum rúmi/kamari útfrá, stova v/terassu, 1 hjúnakamar v/vask, 2 kømur og baðirúm.
Kjallarahædd:
Stór gongd, verkstaðsrúm, vaskirúm/goymslurúm/fýrrúm og hjallur.
Húsini verða seld vegna deyðsbúgv og fyriliggur húsaskoðan í sambandi við søluna.
Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.
Vegleiðandi mettur kontantprísur: kr. 4.400.000,-.
Minsta yvirboð kr. 50.000,-.
Um bjóðast skal, verður hetta boðskjal at fylla út og senda okkum aftur saman við váttan um fígging.Boðskjal.pdf
Áhugað kunnu venda sær til:
Eyðin Djurhuus, adv.ft. á tlf.nr. 257429 ella á teldupost eyd@lawfirm.fo ella
Sigrid Midjord, skrivara á tlf.nr. 203040 ella á teldupost sm@lawfirm.fo