Fastogn
Sethús Á Byrgi 17, Strendur
Við hesum verður ognin matr.nr. 263, Strendur lýst til sølu. Húsini eru bygd í 1963 og eru í tveimum innrættaðum hæddum á hvør uml. 78 m2.
Garaga frá 2006 í tveimum hæddum, tilsamans uml. 58 m2. Hjallur 7 m2.
Grundøkið er 2059 m2.
Útsýnið yvir fjørðin er sera gott.
Húsini eru innrættað soleiðis:
Ovara hæddin:
Gangur, køkur, stova, tvey kømur, wc, goymslurúm/trappurúm.
Niðara hæddin:
Durur, wc v/brúsu, stova, baðirúm/vaskirúm við vaskimaskinu og turkitrumlu, kamar, fýrrúm, gangur/trappurúm.
Ovasta loft:
Óinnrættað.
Vegleiðandi prísuppskot:
kr. 1.775.000,00.
Seljarin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomin tilboð og til ongum at taka av.
Boð verða latin inn á boðskjali, sí niðanfyri saman við váttan um fígging frá peningastovni.
Áhugað kunnu venda sær til Advokatskrivstovuna, tlf. 353335, Anniku R. Olsen, skrivara ella Fríðu Patursson, adv. frp@jura.fo
Aðrar ognir í sama øki
