Fastogn
Jørð, matr.nr. 237a, Miðvágur
Nýtt boð kr. 360.000,00.
Gevið gætur:
Boðið er galdandi í tveir dagar eftir, at seljandi búgvið hevur havt høvi til at taka støðu til boðið, tó ikki longri enn fýra vikur frá hinum 08.04.2021. Hetta merkir, at hóast fýra vikur ikki eru gingnar, so kann boðið verða góðtikið ella vrakað í tíðarbilinum á fýra vikur og tískil kann tað vera ov seint at bjóða, um ein ætlar at bjóða beint áðrenn fýra vikur eru farnar.
Við hesum verður ognini matr.nr. 237a, Miðvágur, lýst til sølu.
Talan er um innangarðsjørð á 12.719 m2, ið er deilt í tveir partar, ávikavist 8.953 m2 og 3.766 m2, við tilhoyrandi uttangarðsluti á 1 gl. og 10 sk., ið liggur í hagapartinum Heimanhús á Fjøllum (matr.nr. 414).
Vegleiðandi prísuppskot: kr. 300.000,-
Um bjóðast skal, verður hetta boðskjal at fylla út og senda okkum aftur saman við váttan um fígging.Nýtt Boðskjal 237a.pdf
Minsta yvirboð er kr. 10.000,-.
Áhugað kunnu venda sær til:
Sigrid Midjord, skrivara á sm@lawfirm.fo ella ringja á tlf.nr. 203040