Fastogn
Trøð, matr.nr. 63a, Sandur
Nýtt boð kr. 1.825.000,00.
Gevið gætur:
Boðið er galdandi í tveir dagar eftir, at seljandi búgvið hevur havt høvi til at taka støðu til boðið, tó ikki longri enn fýra vikur frá hinum 27.01.2021. Hetta merkir, at hóast fýra vikur ikki eru gingnar, so kann boðið verða góðtikið ella vrakað í tíðarbilinum á fýra vikur og tískil kann tað vera ov seint at bjóða, um ein ætlar at bjóða beint áðrenn fýra vikur eru farnar.
Við hesum verður ognin matr.nr. 63a, Sandur, lýst til sølu.
Talan er um innangarðsjørð á 18.337 m2, ið er deilt yvir tríggjar partar, ávikavist 1.146 m2 við ástandandi gróthúsi, 431 m2 og 16.760 m2 við ástandandi fjósi.
Minsta yvirboð er kr. 25.000,-.
Í sambandi við boðgevan skal viðhefta boðskjal fyllast út og sendast okkum aftur saman við váttan um fígging Boðskjal 63a.pdf
Víst verður somuleiðis til byggisamtykt fyri Sands kommunu Byggisamtykt.pdf
Selt verður vegna deyðsbúgv.
Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.
Vegleiðandi prísuppskot: kr. 1.500.000,-
Áhugað kunnu venda sær til:
Sigrid Midjord, skrivara, tlf.nr. 203054 ella á teldupost sm@lawfirm.fo