Fastogn
Sethús, Í Trøðum 48 – 210 Sandur
Nýtt boð kr. 1.600.000,00.
Gevið gætur:
Boðið er galdandi í tveir dagar eftir, at seljandi búgvið hevur havt høvi til at taka støðu til boðið, tó ikki longri enn fýra vikur frá hinum 18.01.2021. Hetta merkir, at hóast fýra vikur ikki eru gingnar, so kann boðið verða góðtikið ella vrakað í tíðarbilinum á fýra vikur og tískil kann tað vera ov seint at bjóða, um ein ætlar at bjóða beint áðrenn fýra vikur eru farnar.
Við hesum verður ognin matr.nr. 48, Sandur – Í Trøðum 48, 210 Sandur - lýst til sølu.
Talan er um sethús frá mitt í 1940’unum.
Grundøkið er 1.675 m2 og húsini eru uml. 122 m2 í trimum hæddum. Til húsini hoyrir eisini ein hjallur á uml. 13 m2.
Húsini eru innrættað soleiðis:
Miðhædd:
Gongd, køkur og stova
Loftshædd:
Gongd, trý kømur og baðirúm
Kjallarahædd:
Óinnrættaður
Húsini verða seld vegna deyðsbúgv og fyriliggur húsaskoðan í sambandi við søluna, sí niðanfyri.
Víst verður somuleiðis til byggisamtykt fyri Sands kommunu Byggisamtykt.pdf
Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.
Minsta yvirboð er kr. 25.000,-.
Vegleiðandi prísuppskot: kr. 1.500.000,-
Um bjóðast skal, verður hetta boðskjal at fylla út og senda okkum aftur saman við váttan um fígging. Boðskjal 48.pdf
Áhugað kunnu venda sær til:
Sigrid Midjord, skrivara á tlf.nr. 203054 ella á teldupost sm@lawfirm.fo