Fastogn
Sethús, Húsabrekka 3 – 370 Miðvágur
Nýtt boð: kr. 1.700.000,-
Gevið gætur:
Boðið er galdandi í tveir dagar eftir, at seljandi búgvið hevur havt høvi til at taka støðu til boðið, tó ikki longri enn fýra vikur frá hinum 09.02.2021. Hetta merkir, at hóast fýra vikur ikki eru gingnar, so kann boðið verða góðtikið ella vrakað í tíðarbilinum á fýra vikur og tískil kann tað vera ov seint at bjóða, um ein ætlar at bjóða beint áðrenn fýra vikur eru farnar
Vegleiðandi prísuppskot kr. 1.700.000,-.
Við hesum verður ognin matr.nr. 238a, Miðvágur – Húsabrekka 3, 370 Miðvágur, lýst til sølu.
Talan er um sethús frá 1963, sum liggja væl fyri við góðum útsýni yvir vánna og tætt við barnagarð, skúla og handlar.
Grundøkið er 582 m2 og húsini eru uml. 168 m2 í tveimum hæddum, umframt ovastaloft. Til húsini hoyrir eisini eitt bilhús á uml. 36 m2.
Húsini eru innrættað soleiðis:
Ovarahædd:
Gongd, køkur, stova v/altan, 3 kømur og baðirúm.
Kjallarahædd:
Gongd, vaskirúm v/baðirúm, kjallararúm og kamar.
Húsini verða seld vegna deyðsbúgv og fyriliggur húsaskoðan í sambandi við søluna.
Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.
Sí viðhefta boðskjal Boðskjal 238a.pdf
Áhugað kunnu venda sær til:
Eyðin Djurhuus, adv.ft. á tlf.nr. 257429 ella á teldupost eyd@lawfirm.fo