Fastogn

Sethús
Garðavegur 46, 700 Klaksvík
Seinasta boð: 1.800.000 kr

Sethús, Garðavegur 46 - 700 Klaksvík

Vegleiðandi prísuppskot: 2.800.000,-

 

Við hesum verður ognin matr.nr. 1320, Klaksvík – Garðavegur 46, 700 Klaksvík, lýst til sølu.

Talan er um sethús frá 1950’unum, sum liggja væl fyri við góðum útsýnið yvir víkina og tætt við barnagarð, skúla, handlar og miðbýin.

Grundøkið er 819 fermetrar og húsini eru umleið 230 fermetrar í trimum hæddum, umframt hjallur á umleið 4-5 fermetrar og carport.

Viðmerkjast skal, at sambært upplýsingum frá Klaksvíkar kommunu, so kann grundøkið býtast í tvey, soleiðis, at ovara stykkið verður matrikkulerað frá til sjálvstøðugt grundøki.

Húsini eru annars innrættað soleiðis:

Loftshædd:

Gongd, trý kømur, vesi við brúsu og baðikari,

Miðhædd:

Durur við trappu upp og niður og vesi. Harumframt er køkur og stova í einum, við carnap og hurð frá køkinum út á terassu omanfyri húsini.

Niðasta hædd:

Vaskirúm, øljufýringsrúm, egin inngongd, baðirúm við vesi og eitt stórt kamar, sum møguleiki er býta í tvey rúm.

Harumframt er eitt lítið ovasta loft.

 

Húsini verða seld vegna deyðsbúgv og fyriliggur húsaskoðan í samband við søluna

Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.

 

Áhugað kunnu venda sær til:

Eyðin Djurhuus, adv.ft á tlf.nr. 257429 ella á teldupostadressu eyd@lawfirm.fo.

Tak niður støðulýsing
Adressa:
Garðavegur 46, 700 Klaksvík
Um ognina:
Slag
:   Sethús
Grundøki
:   819 m²
Hæddir
:   3
Búvídd
:   230 m²
Rúm
:   4
Byggiár
:   1950'unum
Støðulýsing:
Støðulýsing fyriliggur

Send fyrispurning

Seljari

20 30 40
Lucas Debesar gøta 8, Postbox 359, 110 Tórshavn
www.lawfirm.fo
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.