Fastogn

Íbúð
Blómubrekka 88H, 100 Tórshavn

Íbúð á Blómubrekku við parkering, altan og ovastalofti

Attraktiv íbúð á Blómubrekku í Havn til sølu

Í mun til flestu aðrar íbúðir skarar hendan burturúr, tí hon hevur eitt sera stórt ovastaloft, eina altan, ið vendir suðureftir við góðum sólargangi, og sera góð parkeringsviðurskiftir.

Blómubrekka 88H
Tinglýst vídd er 85 m2
Íbúð 64m2 og ovastaloft 21m2.
Ovastaloftið er tó eisini somu 64m2 stórt.

Bygningurin, sum íbúðin er í, er í trimum hæddum, og hevur nýggju íbúðir. 
Hendan íbúðin er á 3. hædd, men tað kennist sum um, at hon er á 2. hædd, tí parkeringsplássið aftanfyri bygningin, har mann gongur inn í hesa íbúðina, er hækkað eina hædd upp.

Innrætting:
Durður, køkur og stova í einum, millumgongd, tvey kømur, har annað er eitt stórt hjúnakamar, og baðirúm.

Ovastaloftið, sum er líka stórt sum øll íbúðin, er 1,85 metur høgt í miðuni og rúmar sera nógv sum goymslurúm.
Trappulemmur upp á ovastaloftið er í durðinum.

Altanin hevur sera góðan sólargang suðureftir frá miðjum fyrraparti og til tíðliga á kvøldi.

Parkeringsviðurskiftini eru einastandandi góð í tí partinum av Blómubrekku, sum hendan íbúðin liggur í. Hevur mann t.d. EL bil, passar tað væl til hesa íbúðina, tí tvær løðistøðir eru á parkeringsplássinum beint uttanfyri.

Seljari av íbúðini hevur átt og búð í henni, líka síðani hon var bygd í 2006 og avleverað teimum í mars 2007.

Blómubrekka liggur í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi á Ternuryggi í Tórshavn.

Frá íbúðini eru 100 metrar til matvøruhandil og nærmasta busssamband.
Harumframt liggja t.d. tríggir barnagarðar tætt við.

Landsverk góðkend húsaskoðan fyriliggur ikki, tí tað ber ikki til at gera tílíkar húsaskoðanir galdandi fyri eigaraíbúðir. Men seljari hevur biðið ein av Landsverk góðkendu húsaskoðarum um at gjøgnumganga íbúðina og skriva eina frágreiðing. Hendan frágreiðing sæst á "Tak niður støðulýsing" leinkjuni.

EL og hiti er umleið 1.000 krónur
Harumframt er gjald til Eigarafelagið Blómubrekka. Hetta eru áljóðandi 482 krónur, og tað dekkar felags brunatrygging, sjónvarpspakka (saman við Eigarafelagnum Berjabrekka) og akonto fyri uttandurða viðlíkahald. 


Áhugaðir keyparar kunnu venda sær til Janus Rein hjá Axia Advokatum umvegis janus@axia.fo ella umvegis telefon 722000, umframt umvegis samskiftismøguleikarnar á hesi síðuni.

Íbúðin verður víst fram eftir nærri avtalu,
og hon kann yvirtakast sambært avtalu og í seinasta lagi 1. desembur.

Boð upp á íbúðina skulu sendast skrivliga umvegis teldupost til janus@axia.fo saman við váttan um fígging ella gjaldføri.

Seinasta boð er áljóðandi 2.250.000.- og er galdandi inntil mánadagin 7. septembur klokkan 14.00

Tak niður støðulýsing
Adressa:
Blómubrekka 88H, 100 Tórshavn
Um ognina:
Slag
:   Íbúð
Hæddir
:   1
Búvídd
:   64 m²
Rúm
:   3
Byggiár
:   2006/07
Støðulýsing:
Støðulýsing fyriliggur

Send fyrispurning

Seljari

720 000
Láarvegur 42, 100 Tórshavn
www.axia.fo/
Lánútroknari
Keypsprísur
Eginpeningur
Bankafígging:
Rentustuðul (%)
35
Renta (%)
Afturgjaldstíð í árum
Mánaðarligt gjald (uml):
Rentustuðul:
Netto mðr gjald:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einari rentu á 5,6% og eini afturgjaldstíð á 25 ár. Spurningin um rentu og afturgjaldstíð má keypari greiða við sín peningastovn. Heldur ikki er tikin hædd fyri stovningarprovisión, møguligari tinglýsing og øðrum kostnaðum. Rentustuðulin á 35% og hámarksupphæddin á kr. 100.000,00 er ásett við lóg, men kann eisini broytast.