Leysafæ
Mercedes-Benz Citan til sølu
Vegna konkursbúgv verður ein Mercedes-Benz Citan, árg. 2014, diesel, BD914, lýstur til sølu. Bilurin hevur koyrt uml. 93.000 km.
Bilurin er sýnaður tann 17. november 2025 og hevur fingið hesar viðmerkingar, sum ikki er umvælt:
- Kúluupphang-niðaru H/V
- Bremsar skeivt framman
- Bremsurør eru rustað
- Støðuljós
- Botnur
- Tærdur (chassis)
- Forrútur
Eitt bilverkstað hevur mett, at kostnaðurin at umvæla hetta er uml. kr. 15.000. Tá er forrúturin ikki við.
Prísuppskot er kr. 15.000.
Áhugað kunnu venda sær til Biritu Sandberg Samuelsen, adv., á tlf. 28 31 88 ella telduposti birita@sokn.fo.
Seljari