Leysafæ

Mjólkikvota og mjólkineyt

Mjólkikvota og mjólkineyt

Mjólkikvotan og mjólkineytini hjá Oyrareingjargarði, umframt innbúgv til fjós, amboð o.a., verður hervið lýst til sølu.

Talan er um kvotu á 272.000 litrar við tilhoyrandi neytum.

Av innbúgvi til fjós er talan um mjólkigrøv, vaskiautomat, tanga, nýggjar básamáttir, drekkikør, skilarúm, bing og fóðurautomat.

Av amboðum eru:

  • Fóðurvognur, við skinnarum til at hanga undir lofti
  • Traktorur, MF Dyna 5455
  • Græsupptakari, Pøttinger 250 H
  • Hoyvendari, Pøttinger eurotop 380 N
  • Giftsprøyta, Hardi 1000 litur (Hydraulisk)
  • Skivusláðimaskina, Pøttinger novacat 350 (hálvur partur)
  • Kunstøspreiðari, Bøgballe 1200 kg (hálvur partur)

Harumframt súrhoyggj í brunni.

Ognirnar verða seldar, um hóskandi boð fæst. Innbúgv, amboð o.a. verður bert selt, um avtala er fingin í lag um sølu av kvotu og neytum.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Kristinu Samuelsen, adv., ks@advokatur.fo, tlf. 511883.

Send fyrispurning

Seljari

51 18 83
Gr. Kambansgøta 17 kj., 100 Tórshavn
www.advokatur.fo