Leysafæ

M/B Fía AWI39 til sølu
Prísuppskot: 896.000 kr

M/B Fía AWI39 til sølu

M/B Fía AWI 39 til sølu

VA398, OW2464, MMSI 231063000

Longd: 11,77 m
Breidd: 3,56 m
Dýpd: 1,96 m 
BT 12,50 - NT 3,70

Báturin er bygdur hjá AWI Boats í 1989 sum ein AWI 33 brunnbátur. Báturin er seinri forlongdur til AWI 39, og tá fekk hann harumframt eisini ásett kúlustevni og slingrikjølar á skrokkin.

Báturin fekk eina høvuðsdagføring í 2009, tá núverandi eigari keypti bátin. Tá var maskina og øll útgerð í stýrhúsinum skift. Øll fiskiútgerðin er eisini frá 2009.

Maskinan er ein Volvo Penta D280i (280HK), sum d.d. einans hevur koyrt 2268 tímar.
Volvo Penta í Føroyum hevur havt telduna á maskinuni í oktobur 2024 - Hon virkar og koyrir sambært forskriftunum.

Maskinrúmið er aftast í bátinum, har stýrimaskina, akkumulatorar, hydraulikk tangi o.a. eisini sita. Propellin verður drivin av einum hydraulikk motori. Maskinan drívir hydraulikk pumpu og generator.
Motorur til síðuskrúvu er nýggjur - skiftur í septembur 2024.   

Báturin er útgjørdur við 6 Oilwind EL-snellum, línuspæli og línurennu. Alt frá 2009.
Lastin tekur 12 gul kør á knapt 600 pund. Á dekkinum er pláss fyri fleiri kørum. Í alt lastar báturin um 11-12.000 pund.

Fiskiloyvi í bólki 5B (5A undir nærri treytum).
Báturin kann fáa siglingarloyvi og fiskiloyvi til Føroyabanka undir neyvari treytum um avreiðingarvirði og nýtt skipasýn.

Báturin selist saman við fiskiútgerðini fyri í alt DKK 896.000.-
Søluvirðið á snellunum eina er um DKK 90.000.-
Við skjótum handli er evt. møguligt at justera í prísinum. 


Nærri kunning um bátin, herundir umbøn um at síggja og royna bátin, fæst við at venda sær til Jákup Øregaard umvegis jakup.oregaard@outlook.com og tlf. +47 41470595, sum er umboð fyri seljara.

Evt. boð og umbøn um keyp skal sendast til Janus Rein, advokat, sum avgreiðir søluna.
janus@advokat.fo og tlf. 277300 

Leinkja til Teyggjuna:
https://www.teyggjan.fo/Pages/Ship/Details.aspx?shipId=1118

Leinkja til Skipalistan:
http://skipalistin.fo/is-is/fia-2

Send fyrispurning

Seljari

72 00 00
undir Bryggjubakka 21, 100 Tórshavn
www.advokat.fo