Leysafæ

Søla av 70% av kapitalpørtunum í Sp/f KBI

Søla av 70% av kapitalpørtunum í Sp/f KBI

Vegna deyðsbúgv verður allur ognarluturin hjá búnum í Sp/f KBI lýstur til sølu. Talan er um ein ognarlut á 70% av samlaða kapitalinum í Sp/f KBI. Ætlanin er at selja ognarlutin undir einum.

Áhugaðir keyparar, sum verða hildnir at verað skikkaðir, kunnu fáa atgongd til nærri kunning, her-undir tilfar og avmarkaða due diligence, við at undirskriva eina trúnaðaravtalu. Vinaliga seti tykkum í samband við skrivstovu okkara hesum viðvíkjandi.

Hendan fráboðan er ikki at meta sum eitt prospekt og er gjørd á tí grundarlagi, at eitt og hvørt útboð av virðisbrøvum, sum sipað verður til í hesi fráboðan, er undantikið kravinum um at skriva prospekt, sbrt. § 11, stk. 1, nr. 3, í bkg. nr. 205 av 16. marts 2006, av tí at væntaða sølan fevnir um ein ognar-lut á 70% av samlaða kapitalinum í Sp/f KBI við einum væntaðum søluvirði, ið liggur væl omanfyri markvirðið fyri kravinum um prospekt.

Omanfyri nevnda fráboðan er ikki at meta sum eitt tilboð um at keypa partabrøv, men sum ein inn-bjóðing at luttaka í einari sølutilgongd. Búgvið tilskilar sær rætt til ikki at selja ella at seta aðra sølu-tilgongd í verk eftir egnum tykki.

Send fyrispurning

Seljari

20 30 40
Lucas Debesar gøta 8, Postbox 359, 110 Tórshavn
www.lawfirm.fo