Leysafæ

Útróðrarbáturin Bakka Kristian við rættindum at veiða brisling við nót til sølu
Útróðrarbáturin Bakka Kristian við fiskiloyvum er til sølu
Báturin hevur fiskiloyvi sum útróðrarbátur í bólki 5A/5B og harumframt fiskiloyvi at veiða brisling og fjarðasild á innaru leiðum. Talan er um leypandi royndarloyvi, har felagskvotan er 400 tons av brislingi og 250 tons av fjarðasild.
L: 11,99m B: 3,40m
11,4 Bruttotons
Høvuðsmotorur: Volvo Penta 199 KW
Bygdur á Faaborg Skibsværft í 1987.
Báturin er dagførdur nógv seinastu árini; herundir bæði sjálvur báturin og harumframt við nýggjari útgerð. Talan er um, at tað mesta av útgerðini til nótaveiðina er nýggj útgerð. Báturin er umbygdur til beinleiðis nótafiskiskap.
Báturin er klárur at fara til nótafiskiskap.
Áhugaðir keyparar kunnu síggja og gjøgnumganga bátin eftir nærri avtalu.
Fyri nærri kunning kunnu áhugaði seta seg í samband við seljara: Eirikur á Húsamørk tlf. 558888
Prísur: DKK 1,5 milliónir fyri bátin við útgerð og fiskirættindum.
Janus P. Rein advokatur hjá LEKS advokatfirma stendur fyri søluni.
janus@advokat.fo
Myndir: Skipalistin.fo og LEKS.