Leysafæ
Línuskipið Váðasteinur til sølu
Línuskipið Váðasteinur FD 83 OW2185 við veiði- og fiskiloyvum er til sølu
L: 39,1m B: 8,5m
408 Bruttotons
Høvuðsmotorur: Deutz Diesel 960 KW
Bygt á Tórshavnar Skipasmiðu í 1977
Skipið hevur veiðiloyvi í bólki 3 línuskip umframt veiðiloyvi sum garnaskip.
Fiskirættindi:
Fiskidagar á innaru leið við línu: 1 dagur.
Fiskidagar á Føroyabanka við línu: skipið hevur í 2023 rætt til 3,18 fiskidagar á Føroyabanka sambært kunngerð um FB fyri 2023. Viðvíkjandi Føroyabanka er talan enn um royndarskipan hjá Fiskimálaráðnum, og tí er talan ikki um fiskidagar, sum kunnu avhendast endaliga.
Gørn: 1400 gørn eftir svartkalva í føroyskum sjóvøki.
Skipið hevur verið í klassa hjá DNV (føroyadeild), men seinasta klassingin í 2022 bleiv ikki liðugtgjørd. Mett verður, at tað kostar um 1,5 mió krónur at liðugtgera klassingina. Talan er fyrst og fremst um eitt sindur av stáli, sum skal skiftast.
Janus P. Rein advokatur hjá LEKS advokatfirma stendur fyri søluni.
Øll boð eru vælkomin, men seljari ynskir ein ávísan minstaprís fyri skip við veiði- og fiskiloyvum.
Áhugaðir keyparar kunnu síggja og gjøgnumganga skipið eftir nærri avtalu.
Janus P. Rein
janus@advokat.fo
Mynd: Skipalistin.fo