Leysafæ

Carina II írokna sera stórt fiskiloyvi í bólki 5
Prísuppskot: 75.000 kr
Seinasta boð: 60.000 kr

Carina II írokna sera stórt fiskiloyvi í bólki 5

Stálbáturin Carina II írokna sera stórt fiskiloyvi í bólki 5 er til sølu

Talan er um ein stálbát við fiskiloyvi í bólki 5. 

Fiskiloyvið er upp á 79,6 m3, sum er í millum tey allar størstu í Føroyum.
Tískil kann júst hetta fiskiloyvið flytast yvir á nærum allar bátar í Føroyum, sum eru undir 15BT og harvið hoyra undir bólk 5.

Virðið á bátinum sjálvum, Carina II, er neyvan stórt, men fiskiloyvið hevur, vegna sína stødd, eitt ávíst virðið.
- til sølu fyri hægstbjóðandi.
Fleiri boð eru komin, og tað hægsta er 60.000 krónur fyri bát og loyvið. Seljari ynskir tó eitt sindur meira enn hesa upphædd. Søluavtala verður tí gjørd alt fyri eitt, tá eitt boð áljóðandi 75.000 krónur verður givið. 

Vit hjálpa við at flyta fiskiloyvið yvir á annan bát, um tørvur er á tí, og vit hjálpa eisini við at koyra hendan bátin burtur, viss tørvur er á tí.

Kunning um bátin finst her:
http://skipalistin.fo/fo-fo/carina-ii
https://www.teyggjan.fo/Pages/Ship/Details.aspx?shipId=450

Um fiskiloyvir í bólki 5:
Eitt fiskiloyvi í bólki 5 hevur altíð eina ávisa stødd. Støddin finst við at falda longd, bredd og dýpd á bátinum, sum so gevur eina ávísa volumu. Eitt fiskiloyvi, sum skal leggjast á ein bát uttan fiskiloyvi, skal altíð vera líka stórt (ella størri) í volumu í mun til volumuna á bátinum, sum loyvið ætlast lagt á. Av somu orsøk kann eitt lítið fiskiloyvi ikki brúkast til stórvegis, í meðan eitt stórt fiskiloyvi kann brúkast til nærum allar bátar. Sambært lóg um sjófeingi kann mann leggja maksimum tvey fiskiloyvir saman fyri at fáa tey at passa á ein størri bát. Viss mann sostatt ynskir eitt fiskiloyvi til ein stóran bát, má mann antin skaffa sær tvey pent stór fiskiloyvir ella eitt ordiliga stórt (sum hetta).

Áhugaði kunnu seta seg í samband við Janus Rein hjá LEKS Advokatfirma á janus@advokat.fo ella á fartelefon 722000.

Spurningar um standing á bátinum kunnu setast til eigaran Jacob Martin Debes tlf. 216645
Báturin liggur í Skopum.

Mynd: skipalistin.fo

Send fyrispurning

Seljari

72 00 00
undir Bryggjubakka 21, 100 Tórshavn
www.advokat.fo