Leysafæ

Útróðrarbáturin ANRU til sølu

Útróðrarbáturin ANRU til sølu

Báturin, sum er bygdur á Hustler-skipasmiðjuni í Kanada í 2001 og umbygdur hjá Care on Sea í Føroyum í 2008, er ein sera vælvirkandi og kendur útróðrarbátur í Føroyum. Báturin hevur tilsamans havt tríggjar eigarar, sum allir hava gjørt tað gott við honum. Sostatt kann greitt staðfestast, at báturin roynist sera væl sum útróðrarbátur í Føroyum.

Eisini er báturin altíð leypandi dagførdur, soleiðis at hann í dag framstendur í góðum standi við sera nógvari útgerð.

Stødd: 48 føtur langur og 14,8 føtur breiður (14x4,6)

Siglingarloyvi: ytra leið, GMDSS økið A1+A2

Fiskiloyvi: 5A fultriknir útróðrarbátar (felags fiskidagar, sum higartil ongantíð eru blivinir uppbrúktir).
Stødd á fiskiloyvi 82,1m3

Maskina: Cummins 500 HK (373KW) frá 2013
Økonomi ferð 10 kt (30L/t) - Full ferð 16-17 kt 

Victron EL-skipan: 12V, 24V, 110V og 220V sum koyrir upp á høvuðsmotor, battarískipan ella landstreym.
UPS-skipan til tólini á brúnni.
Varta battarískipan: 6x180ah við deiliskipan til brúk og start.

Hitaskipan: sentralhita (vatn) og lufthita frá høvuðsmotorinum umframt sjálvstøðugt digitalstýrt oljufýr (luft)  

Bjargingarútgerð:
Bjargingarbeltir, SOLAS yvirlivilsisdraktir, Viking bjargingarbát til 6 pers, EPIRB, SART og Mermaid eldsløkkingarskipan til maskinrúmið.

Nautisk tól
Tólini á brúnni eru dagførd í august í 2020, har m.a. nýggjar teldur og nýggir skermmar eru settir í.
Maxsea og Olex plottarar, JRC ARPA radari, Furuno radari, Furuno Ekkolodd, AIS, GPS kumpass, Simrad sjálvstýrari, VHF DSC, Inmarsat, Iridium og WIFI internetskipan.

Annað:
Sera vælútgjørd pumpuskipan við alarmum og infrareytt kamera niður á aksilin og niður í kjølin.
Nógv eyka goymslupláss undir dekkinum stýriborðs- og bakborðmegin lastina og maskinrúmið.
Frammanfyri maskinrúmið (og undir brúnni) er stórt teknikrúm, har EL-skipanin, Hydraulik-skipanin og pumpuskipaninin eru staðsett. 

Stýrhús:
Skiparapultur í stýriborð og í bakborð er borð og benkir til fýra mans at sita.
Niður í frameftir frá stýrhúsinum er kahútt við køksútgerð og koyggjum. Harumframt er WC-rúm. 
Av køksútgerð er komfýr, ovnur, kaffimaskina v.m. umframt vask við heitum og køldum feskvatni.
Tvær koyggir umframt ein eyka madrassu at leggja á dúrkið, soleiðis at t.d. tríggir útróðrarmenn lættliga kunnu yvirnátta umborð.

Last
15 380L kør (9000 pund) og so er eisini møguleiki at hava 95L kassar omaná kørunum.
Harumframt eru 5 380L kør á dekkinum umframt stativ til eitt 1000L kar.
Báturin heldur vektini sera væl, og tað sæst næstan ikki á honum um t.d. 15.000 pund av fiski eru í honum.

Akselrek er framt í 2019 og róðurskipanin (íroknað róðurstammu) er høvuðsumvæld í august 2020, tá báturin var á beding og samstundis eisini varð málaður.


Fiskiútgerð:

Snellur
6 x Belitronic BJ 5000 24V EL snellur frá 2018.
Snellurnar eru sera lítið brúktar og framstanda tí sum næstan nýggjar.

Línuskipan
Oilwind línuskipan við egningartrakt og magasinum.
Egningartraktin er útbygd, soleiðis at hon rúmar meira agn, og er annars vælvirkandi og í góðum standi. Oliwind hevur leypandi framt eftirlit við egningartraktini og gjørt tær umvælingar, sum hava verið neyðugar.
Spælskivan og spælmotorurin eru skift í 2020.
170 stampar á oliwind magasinum.
5,5mm lína við ávikavist 1,5m og 1,8m í millum teymarnar, og rustfríðir húkar. Nógvir av stampunum eru frá 2020. 
Stórur agnaskerari til høgguslákkablokkar og gogguknúsari.

Monofilamentlínuskipan
Komplett nylonlínuskipan frá Lindgren Pitman í USA, sum eru førandi innan monofilamentlínuútgerð.
20 fj av nylon á trumluni og tvær nýggjar óútpakkaðar rullir av nylon fylgja eisini við.
5000 teymar við kalvahúkum í tveimum støddum.  

Annað 
112 krabbarúsur frá Vónin Canada.


Stórur Citroen Jumper vørubilur sum rúmar 70-80 stampum kann eisini flygja við.

Báturin, sum hevur fiskað einastandandi nógv fyri núverandi eigarar og verður einans seldur, tí eigararnir hava keypt sær eitt línuskip. Báturin er fyribils skrásettur sum RUAN KG731, eftir at nýggja skipið varð skrásett sum ANRU KG730.

Seinasta vetur fiskaði báturin fyri umleið eina millión krónur um mánaðin. Hann kann tískil verða relativt skjótur at gjalda aftur fyri ein keypara, sum drívur á í byrjanini.

Báturin hevur eisini havt nøvnini Grindafossur og Alberg.

Báturin er fíggjaður hjá Føroya Realkreditstovni (Realurin) og undir ávísum umstøðum er møguligt, at fíggingin kann fylgja við í keypinum.   

Báturin verður seldur fyri hægsta boð innanfyri tað, sum seljarar meta vera nøktandi.
Tvs. um 1,8 til 2,0 mió. krónur. 

Nærri kunning fæst við at venda sær til Janus Rein umvegis janus@axia.fo og tlf. 722000  

 

Send fyrispurning

Seljari

720 000
Láarvegur 42, 100 Tórshavn
www.axia.fo/