Leysafæ

1: Vel øki:     Øll     Norðoyggjar     Eysturoy     Norðurstreymoy     Suðurstreymoy     Vágar     Sandoy     Suðuroy
< Aftur

Søla av fiskiskipi

Vegna konkursbúgv, verður fiskiskipið “FLEYR” TG 14, lýst til sølu.

Sambært tí upplýsta, er skipið bygt í 1967 á skipasmiðjuni N.P. Jensen & Søn í Esbjerg og hevur Mitsubishi motor. Skipið er bygt úr Eik. Skrásett er longd 17,65 m., breidd 5,58 m. og dybd 2,35 m. Brt. 54,31 tons og Nrt 26,50 tons.

Skipið hevur rætt til fiskiloyvi í bólki 4B,  sbrt. § 74, stk. 1, nr. 4 í lóg um fyristing av sjófeingi. Fleyr hevur rætt til 142,57 fiskidagar í 2018. Skipið hevði royndarloyvi til snurriváð í 2017. Einki royndarloyvi til snurriváð er í 2018.

Skipið liggur við kaj í Vági og verður selt sum tað er og liggur. Skipið kann síggjast eftir nærri avtalu.

Tað stendur konkursbúnum frítt fyri at velja og vraka millum innkomin boð, harundir ikki at selja/avhenda.

Áhugað kunnu venda sær til:

Inga Højgaard, adv. ih@lawfirm.fo ella fartlf. 503064





Lánútroknari






Bankafígging








Mánaðarligt gjald (uml)

Rentustuðul

Netto mðr gjald




Tíðindi

17.06.2019

Mercedes E350
Vegna konkursbúgv, verður ein hvítur Mercedes E350 persónbilur lýstur til sølu. Mercedes bilurin

17.06.2019

Stuttleikaskip White Princess
Vegna konkursbúgv, verður stuttleikaskipið “WHITE PRINCESS” lýstur til sølu.Sambært tí upplýsta, er skipið

14.06.2019

Partur av sethúsaogn í Klaksvík til sølu
Vegna Føroya Skiftirætt verður búsins partur av ognini matr. nr. 849 Klaksvík, Uppsalagøta 42, 700


Um ogn.fo

Ogn.fo er eitt samstarv millum advokatar í Føroyum, um ein felags portal, har advokatar lýsa ognir til sølu.