Leysafæ

1: Vel øki:     Øll     Norðoyggjar     Eysturoy     Norðurstreymoy     Suðurstreymoy     Vágar     Sandoy     Suðuroy
< Aftur

Mjólkikvota og mjólkineyt til sølu

Mjólkikvotan og mjólkineytini hjá Oyrareingjargarði, umframt innbúgv til fjós, amboð o.a., verður hervið lýst til sølu.

Talan er um kvotu á 272.000 litrar við tilhoyrandi neytum.

Av innbúgvi til fjós er talan um mjólkigrøv, vaskiautomat, tanga, nýggjar básamáttir, drekkikør, skilarúm, bing og fóðurautomat.

Av amboðum eru:

  • fóðurvognur, við skinnarum til at hanga undir lofti,
  • traktorur, MF Dyna 5455,
  • græsupptakari, Pøttinger 250 H,
  • hoyvendari, Pøttinger eurotop 380 N,
  • giftsprøyta, Hardi 1000 litur (Hydraulisk),
  • skivusláðimaskina, Pøttinger novacat 350 (hálvur partur) og
  • kunstøspreiðari, Bøgballe 1200 kg (hálvur partur).

Harumframt súrhoyggj í brunni.

Ognirnar verða seldar, um hóskandi boð fæst. Innbúgv, amboð o.a. verður bert selt, um avtala er fingin í lag um sølu av kvotu og neytum.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Kristinu Samuelsen, adv., ks@advokatur.fo, tlf. 511883.




Lánútroknari






Bankafígging








Mánaðarligt gjald (uml)

Rentustuðul

Netto mðr gjald




Tíðindi

22.08.2019

Partur av jarðarstykkjum í Múla til sølu
Vegna deyðsbúgv verða partar av jarðarstykkjunum matr. nr. 4a og 4b Múla við hesum lýst

21.08.2019

Grundøkið á Tvøroyri til sølu
Vegna deyðsbúgv verður ognin matr.nr. 682d, Froðba lýst til sølu. Ognin liggur í trøðni av

12.08.2019

Neyst við Norðskála til sølu
Vegna deyðsbúgv verður ognin matr.nr. 35q, Oyri lýst til sølu. Ognin er 114 m2 við


Um ogn.fo

Ogn.fo er eitt samstarv millum advokatar í Føroyum, um ein felags portal, har advokatar lýsa ognir til sølu.