Leysafæ

1: Vel øki:     Øll     Norðoyggjar     Eysturoy     Norðurstreymoy     Suðurstreymoy     Vágar     Sandoy     Suðuroy
< Aftur

M/B Grindafossur

Útróðararbátur, fiskireiðskapur og fiskiloyvi í bólki 5A til sølu


Prísuppskot: 1.950.000,-

Vegna eigarnar, verður útróðrarbáturin M/B Grindafossur (kallimerki OW2321) við fiskiloyvi í bólki 5A hervið lýstur til sølu.

Talan er um útróðrarbát av merkinum Hustler og sambært teyggjuni er báturin 13,76 m til longdar og 4,45 m breiður. Báturin er umbygdur, soleiðis, at dekkið er hækkað og lúkukarmur gjørdur rundan um lastina og tekur lastin 15 kør á 380L, umfram at kør kunnu standa á dekkinum.

Báturin hevur ein 500 hp Cummins motor - árg. 2013 - og hevur motorurin koyrt umleið 1080 tímar.

Sambært eigarunum er báturin væl hildin, sera væl útgjørdur til útróður og er báturin klassaður í novembur 2018.

Við í keypinum er heilt nógvur reiðskapur til útróður, so sum:

  • Monofilament trumla (Lindgren Pitman 20 fj);

  • 8000 m av eyka monofilament línu;

  • Um 5000 húkar til monofilament línuna;

  • 170 stampar av svøvlalínu, umfram magasin;

  • standarir;

  • DNG línuspæl;

  • 6 vørp;

  • Stongboyur/boyur;

  • 6 BJ 5000 snellur frá 2018;

  • Stórur gogguknúsari;

  • Agnskerari til høgguslokk.

Hvat viðvíkur tólum í bátinum, hevur báturin hesi tól:

  • Olex plottari

  • JRC radari ARPA

  • Furuno radari

  • Furuno Ekkolodd frá 2018

  • JRC AIS

  • JRC GPS compass (JRL-10)

  • VHF DSC Standard Horizon

  • VHF SI-Tex

  • Furuno inmarsat-c MES

  • Telefon og Iridium telefon

  • Kamera niður á stevnurør og kjøl

  • Simrad Sjólvstýrara Wifi routara til tráðleyst internet og teldu

  • GPS boyðustengur

  • UPS skipan til VHF og neyðljós í stýrihúsi

  • Landstreymstól frá 2017 (Viktron Energy)

Annars er at siga um bátin, at í bátinum er vesi, tríggjar koyggjur, umframt gasskomfýrur og mikrobylgjuovnur.

Báturin verður boðin út við áheitan um at geva tilboð sambært nærri ásettum treytum í boðskjali, sum fæst við at venda sær til skrivstovu okkara.

Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir at vraka øll.

Áhugað kunnu venda sær til:

Eyðin Djurhuus, adv. ft., tlf. 203061, eyd@lawfirm.fo 

ella Sigrid Midjord, skrivara, tlf. 203054, sm@lawfirm.fo.





Lánútroknari






Bankafígging








Mánaðarligt gjald (uml)

Rentustuðul

Netto mðr gjald




Tíðindi

22.08.2019

Partur av jarðarstykkjum í Múla til sølu
Vegna deyðsbúgv verða partar av jarðarstykkjunum matr. nr. 4a og 4b Múla við hesum lýst

21.08.2019

Grundøkið á Tvøroyri til sølu
Vegna deyðsbúgv verður ognin matr.nr. 682d, Froðba lýst til sølu. Ognin liggur í trøðni av

12.08.2019

Neyst við Norðskála til sølu
Vegna deyðsbúgv verður ognin matr.nr. 35q, Oyri lýst til sølu. Ognin er 114 m2 við


Um ogn.fo

Ogn.fo er eitt samstarv millum advokatar í Føroyum, um ein felags portal, har advokatar lýsa ognir til sølu.