Húsasøla

1: Vel øki:     Øll     Norðoyggjar     Eysturoy     Norðurstreymoy     Suðurstreymoy     Vágar     Sandoy     Suðuroy

2: Vel slag:    Øll (3)     Grundøki (1)     Raðhús (1)     Trøð (1)    
< Aftur

Trøð við ábygdum sethúsum í Hoyvík

Addressa
Hvítanesvegur 37, 188 Hoyvík
Um ognina
Slag: trøð
Grundøki: 11.853 m2
Hæddir: 2
Búvídd: 280 m2
Byggiár: 1971
Prísuppskot


Støðufrágreiðing fyriliggur

Uppboðssølan er útsett. Nýggjur dagur verður ásettur seinni! 

Almenn sjálvboðin uppboðssøla

Mánadagin tann 3. juni 2019 kl. 10.00 verður á Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin uppboðssøla yvir ognina matr. nr. 79a, Hoyvík, sum liggur á Hvítanesvegi 37, 188 Hoyvík.

Talan er um eina trøð við ábygdum sethúsum í tveimum hæddum, umframt hjalli, hoyggjhúsi og drívhúsi. Útvendigt mát av húsinum er 140,1 m2 x 2 hæddir, hjallurin er 14 m2, hoyggjhúsið 29,6 m2 og drívhúsið 45,5 m2. Alt útvendig mát. Eisini er eitt lítið úthús, sum tó er í vánaligum standi.

Trøðin er ikki formliga víddarroknað, men sambært matrikulkortinum er víddin 11.853 m2. Harav eru uml. 4.000 m2 í A1-sethúsaøki og restin 4. grundumráði.

Umsókn, til byggi- og býarskipanarnevnd Tórshavnar kommunu, um broyting av byggisamtyktini er gingin á møti í 2007, soleiðis at uml. 9.000 m2 skulu verða A1-øki og restin uml. 3.000 m2 verða verandi 4. grundumráði. Hetta tó við treyt um at útkoyringin verður løgd norðari enn tann núverandi, og at útstykkingarætlan verður løgd aftur fyri byggi- og býarskipanarnevndina. Málið varð tó ongantíð liðugt viðgjørt tá, við atliti til nevndu treytir, men hevur kommunan í apríl 2019 boða eigarunum frá, at hon hevur ætlanir um at gera broytingar í almennu byggisamtyktini fyri part av 79a, Hoyvík, og at hendan endurskoðanin av almennu byggisamtyktini eftir ætlan verður løgd til almenna hoyring á heysti 2019.

Á ognina eru lýstar byrðar um m.a. bygging, víðarisølu v.m., afturskeytan, ikki lutast sundur, helvtarpening og vetrarbit. Spurningar um nevndu byrðar eru tiknir upp í samráði við Búnaðarstovnuna, sum skrivliga hevur nágreina praksis á økinum, umframt greitt frá um ítøkiligu rættindini, sum vilja verða gjørd galdandi í sambandi við fyriliggjandi ogn.

Húsini hava stoyptan sokkul, klædningur er úr timbri, við termovindeygum úr timbri, og tekjan er eternit.

Húsini eru bygd umleið 1971 og eru innrættaði soleiðis:

Í niðaru hæddini er durur, gongd, stórt trappurúm, stova, 4 kømur, goymslurúm, baðirúm við brúsu og wc, stórt fýrrúm og kjallari/vaskirúm.

Í ovaru hæddini eru 4 kømur, køkur, stór stova við útgongd til terassu, stór altan, eitt baðirúm við brúsu og wc, eitt baðirúm við baðikari og wc, umframt inngongd/gongd/trappurúm.

Timburtrappa er millum hæddirnar.

Hjallurin er bygdur uml. 1973-74 og drívhúsið uml. 1980-82.

Sum heild treingja bæði húsini og úthúsini til ábøtur bæði innan og uttan. Húsaskoðan er gjørd, sum lýsir hesi viðurskifti nærri.

Viðmerkjast skal at húsini liggja væl fyri, við sera góðum útsýni, atkomumøguleikum og bussamband.


Uppboðssølan er umbiðin av Kristinu Samuelsen, adv., Gr. Kambansgøta 17, 100 Tórshavn, tlf. 511883 (sak nr. 20170032), sum kann geva nærri upplýsingar um ognina.

Søluuppstilling fæst eisini við at venda sær til Kristinu Samuelsen, adv., ella til fútarættin.


Húsaskoðanin kann takast niður her:

Húsaskoðan, Hvítanesvegur 37, Hoyvík.pdf  





Aðrar ognir

Grundøki í Saltangará til sølu
Hús í Sandvík
Flatnavegur 22, Vestmanna


Seljari


Kristina Samuelsen
Gríms Kambansgøta 17 kj.
100 Tórshavn 

51 18 83
www.advokatur.fo
advokatur@advokatur.fo

Lánútroknari






Bankafígging








Mánaðarligt gjald (uml)

Rentustuðul

Netto mðr gjald




Tíðindi

21.06.2019

Jóannesar Paturssonar gøta 56
Raðhús á J. Paturssonar gøtu 56

22.05.2019

Neystagrund í Klaksvík til sølu
Vegna deyðsbúgv verður ognin matr.nr. 5, Klaksvík lýst til sølu. Talan er um neystagrund á

20.05.2019

Ellisakfar til sølu
Vegna deyðsbúgv verður niðanfyri nevnda ellisakfar lýst til sølu: Slag: Ford


Um ogn.fo

Ogn.fo er eitt samstarv millum advokatar í Føroyum, um ein felags portal, har advokatar lýsa ognir til sølu.