Húsasøla

1: Vel øki:     Øll     Norðoyggjar     Eysturoy     Norðurstreymoy     Suðurstreymoy     Vágar     Sandoy     Suðuroy

2: Vel slag:    Øll (15)     Grundøki (4)     Jørð (1)     Neyst (1)     Sethús (7)     Trøð (1)    
< Aftur

Hús í miðbýnum í Havn til sølu

Addressa
Sigmundargøta 3, 100 Tórshavn
Um ognina
Slag: Sethús
Grundøki: 214
Hæddir: 3
Búvídd: 190
Byggiár: 1943
Prísuppskot

1.900.000


Støðufrágreiðing fyriliggur

Vegna Føroya skiftirætt verður ognin matr.nr. 204c, Sigmundargøta 3, 100 Tórshavn, lýst til sølu. Grundøkið er 214 m2, kjallari og miðhædd uml. 70 m2 hvør, loft uml. 50 m2 mált uttan.  Byggiár 1943. Húsini eru teknað av H.C.W. Tórgarð, arkitekti.

Innrætting:

Kjallari: Kjallararúm, vaskirúm, lítið rúm.

Miðhædd: Durur, brúsrúm, gangur, wc, lítið kamar, køkur og stova.

Loft: Gangur, baðirúm, tvey stór og eitt minni kamar.


Takið er skift, men aðramáta treingja húsini til stórar umvælingar. Tey verða seld í tí standi, tey eru.


Húsini standa sera væl fyri í miðbýnum við útsýni yvir Skálatrøð og Vestaru Vág. Atgonguvegur til húsini eru eftir grannaognini matr.nr. 942.


Húsaskoðan er gjørd.


Tað stendur skiftirættinum frítt fyri at velja millum innkomin boð og til ongum at taka av.


Prísuppskot: kr. 1.900.000,00.


Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Advokatskrivstovuna, Fríðu Patursson, adv., frp@jura.fo ella skrivaran Anniku Reginsdóttir Olsen, aro@jura.fo tlf. 353335



Mannagongd í sambandi við boðgeving:


Tann, sum vil bjóða upp á ogn, skal fylla út og skriva undir viðhefta boðskjal, sum síðani verður sent okkum í t-posti saman við váttan  frá peningastovni um fígging. Váttanin skal eisini fevna um útreiðslur til tinglýsing og skeytikostnað.

So hvørt hægri boð koma, siga vit teimum frá, sum luttaka í boðgevingini.

Minsta mark fyri hægri boði er kr. 25.000.

Ognarskiftistrygging kann útvegast.

Húsaskoðan.pdf  

Kort.pdf  

Boðskjal.pdf  





Aðrar ognir

Grundøki í Saltangará til sølu
Ogn í Nesvík til sølu
Partar av neystagrundum v.m. í Sandvík til sølu


Seljari



Advokatskrivstovan

Frúutrøð 4
Postboks 6
110 Tórshavn

35 33 35
www.jura.fo
jura@jura.fo


Lánútroknari






Bankafígging








Mánaðarligt gjald (uml)

Rentustuðul

Netto mðr gjald




Tíðindi

22.05.2019

Neystagrund í Klaksvík til sølu
Vegna deyðsbúgv verður ognin matr.nr. 5, Klaksvík lýst til sølu. Talan er um neystagrund á

20.05.2019

Ellisakfar til sølu
Vegna deyðsbúgv verður niðanfyri nevnda ellisakfar lýst til sølu: Slag: Ford

16.05.2019

Bilur til sølu
Vegna deyðsbúgv verður niðanfyri nevnda akfar lýst til sølu: Slag: Citroën


Um ogn.fo

Ogn.fo er eitt samstarv millum advokatar í Føroyum, um ein felags portal, har advokatar lýsa ognir til sølu.